YWAM og stuðul

Alt arbeiði innan YWAM er sjálvboði. Tað merkir at vit hava ongan fíggjarligan stovn, ið vit kunnu halda okkum afturat, fyri fígging. Allar verkætlanir ið vit arbeiða við, eru fíggjaðar av sjálvboðnum stuðli.

Higartil hava vit fingið góðan stuðul ymsastaðni frá, og eru vit sera, sera takksom fyri tað. Men í einum vaksandi virksemi, eru útreiðslurnar eisini vaksandi. Møguliga skuldi verið ein av okkara stuðlum.

Tað eru ymiskar verkætlanir og arbeiði, ið tørvar fígging:

  • Ein bygning til fróðskaparsetri, UofN (University of the Nations), hjá YWAM. Vit hava eitt jarðarstykki í Hovi, sum skal byggjast á og har tørvar okkum nógvan stuðul. Hetta er okkara størsta verkætlan í løtuni.
  • Vegna heimasíðuarbeiði og teldupost, ið skal skrivast, hava vit fitt av arbeiði á alnótini, og hevði tað veri munandi lættari, um vit høvdu breiðband.
  • Ymiskt annað, so sum; DTS (okkara læruseinaskúlið), skeiðir, legur, skrivstovu arbeiði og annað.

Tað eru ymiskir møgulekar at stuðlað okkum við m.a. hava vit eina stuðulskipan ið kallast 100 geva 100. Her eru nakrir møguleikar:

  • 100 geva 100. Hugsjónin aftanfyri hetta er at 100 fólk, gera eina fasta flyting uppá 100 kr, einaferð um mánaðin.
  • Eingangs gáva
  • Ymiskir lutir sum stólar, borð, talvur, matur og annað.
  • Sjálvboði virksemi. Tað kann vera at tú hevur hug at gera okkurt voluntør arbeiði fyri okkum.

Sum sagt, alt okkara arbeiði er sjálvboði, og við hesum vilja vit heita á teg, og biðja teg umhugsa at stuðlað okkum, og soleiðis samstarva við hesari tænastu.

 
YWAM