Í summar fara vit at skipa fyri einum spennandi miniDTS. MiniDTS er ein styttri útgáva av okkara vanliga lærusveina-/bíbilskúla, DTS (Discipleship Training School).
Tiltakið byrjar 13. Juli. í Klaksvík, har vit fara at vera í 2 vikur við undirvísing. Síðani vera vit í Havn 27. Juli og fram til Ólavssøkan er liðug. Eftir tað, fara vit í tvær vikur til Pólands, har vit koma at samstarva við einari samkomu og taka lut í ymiskum evangeliserandi tiltøkum.