Fyrst í Januar 2001 byrjaði eitt nýtt verk í Føroyum. Hetta nýggja verki var tað at altoða og tvørkirkjuligi missiónsfelagsskapurin Youth With A Mission stovnaði eina miðstøð í Føroyum.
Youth With A Mission Føroyar (YWAM FO) fór av bakkastokki fyrst í Januar. Tey ið stóðu fyri hesum verki vóru Sanna S. Hammer (núverandi leiðari fyri YWAM FO) og Vinjard Magnussen. Fyrsta tiltaki ið YWAM FO skipaði fyri var ein væl undirtikin lega, við yvir 70 luttakandi, frá fleiri ymiskum samkomum/kirkjum og við 11 tjóðskapum.
Nú fimm ár seinni eru vit 4 fulltíðar starvsfólk. Vikuskiftið 15.-17. sept. avgjørdu vit at hava eitt hátíðarhald fyri YWAM FO. Høli vit samlaðust í, var hølið hjá Frelsunarherinum í miðbýnum í Havn. Vit høvdu sent nøkurr 110 innbjóðilsir út.
Mangt ymiskt lá á skránni hjá okkum. Vit høvdu fingið útlendskir talarar, fyrrverandi YWAM'arir at deila vitnisburð við okkum og síðani talaðu tey føroysku starvsfólkini eisini. Tað ið lá frammi á hjørtum okkara var at koma saman við øðrum og fegnast um Guðs trúfesti móti okkum.