Bønarvikuskiftið
jan 08 kl 12.00 - admin
”Kom Á Bønarmøtið”
5.-7. september í Oasuni í Hoyvík
”enn lívdar skyldu halt um land og fólki alt, so aldri týnast má tann rót, her settist á. Miskunna Føroyum, faðir.”
Fundirnir byrja: Friggjakv. : Kl. 20:00
Leygardag.: Kl. 10:00 Kl. 15:00 Kl. 20:00
Sunnudag. : Kl. 15:00
Har vit sum sameint bønar fólk, koma saman, framhaldandi at hoyra, bera fram og luta við hvønn annan, undurfullu ráð Guds fyri landi okkara.
· Saman at ogna okkum ætlanir Harrans fyri Føroyar
· Í bøn, gera fleir av ætlanum Harrans virknar
· Eggja til skyldu í bøn, um frelsu og lívd, fyri land og fólki alt
· Saman lata lovsongin runga um dygdir Hansara sum flutti okkum úr myrkrinum inn í undurfulla ljós sítt 1.Pætur 2:9
Saman við okkum verða: Fraklendingurin, Pierre Daniel Martin
Skotska kvinnan, Barbara Smith
Øll eru vælkomin. Tiltakið er ókeypis, men Leygarkvøldið er avgjørt at taka offur upp fyri útreiðslurnar.
Filed Under: Í ongum bólki