Leiðara skeið

8. januar 2010 - admin
”Nýsprotnir ungdómar, Visjónir og Leiðsla”.

Tey seinastu tvey árini hava vit hugsað um økismennan innan ”nýsprotnar ungdómar” í Føroyum, og um hvussu vit kunnu vera tí føroyska kirkulívinum til signingar og stuðul við tí tilfongi, sum vit hava, innan hetta.

Tað, sum vit í hesum sambandi hugsa fyrst um, er, at um áhugi er fyri hesum, ætla vit at koyra eina leiðaravenjing ígjøgnum árið 2010. Hetta kann gerast við 4 longum vikuskiftum (frá hóskvøld til og við leygarkvøld) gjøgnum árið. Saman við okkum, eru tað royndir, altjóða leiðarir, ið undirvísa og stíla fyri.

Ta seinastu vikuna í november fáa vit vitjan av Terja Konradsen, sum er í Norður Evropeisku leiðsluni hjá UTV, og sum er økis leiðari í Norður Noregi.
Terje sigur soleiðis um hetta: ”Sum økis- og norðurevropeiskur leiðari í mong ár, havi eg sæð stórar menningarmøguleikar innan leiðslu í føroyskum ungdómi.
Vit hava hýst hópin av fólki frá hesi djørvu tjóð á okkara lærusveinaskúlum runt knøttin. Mín tráan er at síggja ungar leiðarar mennast í Føroyum; leiðarar, sum umbroyttir og óskerdir tæna Gudi bæði heima og úti.
Ein afturvendandi spurningur, sum eg havi, er hesin: Hvussu bleiv við teimum mongu, sum fóru heim aftur – antin fyri at lesa víðari ella fyri at arbeiða?  Kundu vit samlað, vant og sæð tey komið undan aftur og reist seg upp við ábyrgd
Vóni at møta tær í november, (sí stað og tíð niðriundir), har vit kunnu tosa um hesar møguleikar. Kanska tú ikki sær teg sjálvan sum ein leiðara, men tú hevur tó eitt  ynski í hjarta tínum um at taka stig til eitthvørt innan leiðslu.
Kennir tú teg aftur í hesum, ella ynskir tú at vera við í at stuðla hesum hugsjónum, ert tú vælkomin á kunningarfund okkara at hoyra nærri um hesa menningarskrá  fyri árið 2010. Kundi hent at tað yvirraskaði teg og greip tín áhuga.”
Vinarliga,
Ung í Trúarverki og Terje Konradsen 

Vit vera á hesum støðum kl. 20:
24.nov. Í Filadelfia, Miðvági
25.nov. Í Evageliihúsinum, Havn
26.nov. Í Lívsins Orð, Saltangará
Filed Under: Í ongum bólki
 

© 2008 Appnet | YWAM-Føroyar | Gripsvegur 13 | FO-100 Tórshavn | Tel. (+298) 32 12 99 | ywamfo@yahoo.com