YWAM Søgan

Tað byrjaði sum ein dreymur og eitt djúpt hjartans ynski heilt afturi í 70´unum....Ynski varð at vera ein uppmuntran fyri einstaklingar, eins væl tær ymisku samkomurnar. At venja og lærusveinagerða, at eggja og geva møguleikar at fara í mission” hesi orð eru beinleiðis samband við dagliga leiðarin á miðstøðini.

Í 1985 fór ein bólkur uppá 5 út frá einum 25 ára stovningarhaldið hjá YWAM í Randers, til Føroyar við tí fyri eyga at stovna eitt YWAM arbeiði her heima. Hesin bólkur varð í Føroyum í eitt ár. Sjálvt um onki sjónligt sást eftir hesum arbeiði, stakk visiónin djúpt nokk til at verða verandi. Hetta var tó ikki einasta roynd at fáa eitt YWAM arbeiði á føtur her, tað sá út sum at tíðin ikki var búgvin til stovna eitt YWAM arbeiði her enn.

Túsundárs skiftið, førdi ymiskar broytingar við sær; men dreymurin um eitt YWAM arbeiði varð óbroyttur. Ferð kom á tá avbjóðingin kom um at fáa DTS her. Norðurlendski leiðarin gav grønt ljós og so var byrja.

 

 

 
YWAM