DTS 2011 í Føroyum
- Tráðar tú eftir at læra Guð betur at kenna?
- Hevur tú hug at
gera okkurt nýtt og innihaldsríkt?
- Leingist tær eftir at duga betur at boða boðskapin um Jesus til onnur?
- Les víðari her, um hetta er nakað fyri teg.
DTS á Tvøroyri
Ein lærusveinaskúli ella Discipleship Training School (DTS), sum er 6 mánaða tíðarskeið við missiónsfelagsskapinum Youth With A Mission (
YWAM), er nú eisini í Føroyum. 12 vikur av tíðini er undirvísing og upplæring (Lecture Phase), meðan í aðrar 12 vikur verður farið í onnur lond at virka (Outreach). Í seinastu vikuni hava vit eisini eftirmeting (Debriefing).
Skúlin verður hildin á Tvøroyri og byrjað verður í 28. apríl. 2011. Ert tú 18 ár ella eldri, persónliga trúgvandi og til reiðar at royna nakað heilt øðrvísi, so set teg í samband við okkum.
Hvørt ár eru tað yvir 10.000 ung kring heimin, ið taka hendan 6 mánaða lærusveinaskúlan hjá
YWAM!
Hvussu fer eitt DTS fram?
Eitt DTS er ætlað næmingum til at mennast bæði andaliga og menniskjaliga. Ein liður í hesum er, at næmingarnir, sum koma frá ymiskum bakgrundum, tungumálum og mentanum, koma at búgva og virka saman hesa tíð.
Umframt undirvísingina er hvønn dag tíð sett av til hvønn einstakan at brúka tíð saman við Guði. Persónligt prát og forbøn, samvera í smærri bólkum, lovsangur, bøn og tilbiðjan, og praktiskt arbeiði er alt partur av skúlanum.
Roknast kann við, at skúlin og umhvørvið førir broyting og vøkstur við sær á ymiskum økjum í lívinum. Uttan iva verður TÍN TRÚGV Á GUÐ bæði strekt og ment. Vit vænta bæði føroyskar og útlendskar næmingar.
Toymisferð (Outreach)
Tey síðstu árini hava vit veri á Filipsoyggjunum, Danmark, Polen, Íslandi, Ukraine og Ísrael á toymisferð. Tað hevur verið frálíkir túrar. Vit hava notið signing Guds har, hava lært nógv og ikki minst fyngið nógva gleði av at tænt fólkinum í hesum londum. Vit hava havt sera góðir møguleikar at deila evangeliið, at vitna fyri fólki, hjálpt í miskunnar verki, somuleiðis hjálpt lokalum samkomum og notið samfelagi við fólki á staðnum.
Skúlin er tvímæltur: Føroyskt/Enskt . Lærararnir koma bæði uttan úr heimi og úr Føroyum.
Umrøðuevni er m.a.:
- Guðs persónleiki og eyðkenni
- Jesus sonur Guðs
- Heilagi Andin
- Guðs faðirs hjarta
- Profetisk bøn / forbøn
- At hoyra Guðs rødd
- Lovsangur / kreativ tilbiðjan
- Bíbilsk heimsáskoðan / heimsmissión o. a.
Gjøgnum undirvísingartíðina verður tíð eisini sett av at fyrireika okkum til Outreach.
Vit biðja fyri og læra okkum ymiskt um tað landið avgjørt verður at fara til.
Tíðarskeið: 28. apríl til 14. oktober 2011.
Kostnaður: Kr. 38.000 fyri hvønn
Íroknað er: Undirvísing, undirvísingartilfar, matur, býli og ferðing.
Umsóknarbløðini skulu verað okkum í hendi innan 15.apríl 2011.